Farloyvisskipanin hjá ALS aftur í tingið

Farloyvisskipanin hjá ALS aftur í tingið
Farloyvisskipanin hjá ALS verður ikki strikað, sum ætlanin annars var, men tó skal hon bara brúkast, tá arbeiðsloysið er oman fyri seks prosent
ALS-lóg aftur í tingið
 
04.02.2015 - 09:38

Í løtuni er arbeiðsloysið 3,2 prosent. Broytingaruppskotið í farloyvisskipanini ger, at ALS sparir 3,3 mió. kr. , sigur Vinnumálaráðið.  

Krøvini til arbeiðsleys verða eisini herd. Tey skulu hava skyldu til at vera við í teimum arbeiðsskapandi átøkunum, sum ALS bjóðar.  

Nógvu lógarbroytingarnar, sum skulu bjarga fíggjarstøðuni hjá ALS, eru nú á veg aftur í løgtingið.

Vinnumálaráðið hevur sent uppskotini til hoyringar.

Lógarbroytingarnar eru nógvar tær somu, sum komu í løgtingið í fjør heyst.

Men Johan Dahl, landsstýrismaður, tók sjálvur málið aftur beint fyri jól, tí, sum hann segði í løgtinginum, hevði hann fingið skeivar upplýsingar frá ALS um farloyvisskipanina. 

Vinnumálaráðið og landsstýrismaðurin fingu at vita frá ALS, at farloyvisskipanin er útreiðslunoytral.

Men tá fyrsta viðgerð hevði verið í løgtinginum fekk landsstýrismaðurin at vita frá Vinnunevndini, at skipanin kostar fýra milliónir krónur.

Í lógaruppskotinum, sum nú er á veg, koma eisini greiðari ásetingar um arbeiðsmarknaðarátøk, sum ALS bjóðar arbeiðsleysum og arbeiðsgevarum.

Hugtakið at vera arbeiðstøk ella -tøkur verður víðkað til eisini at umfata virkna luttøku í arbeiðsmarknaðarátøkum. 

Lógin verður herd soleiðis, at staðilig heimild kemur í lógini, so til ber at krevja, at arbeiðsleys hava skyldu at vera við í arbeiðsmarknaðarátøkum, og staðiliga heimild at geva arbeiðsleysum karantenu, vilja tey ikki vera við í arbeiðsmarknaðarátøkunum hjá ALS. 

Lógarbroytingarnar skulu gera, at ALS sparir 14,5 til 15 mió kr. um árið og fær 2,2 mió. kr. meira í inntøkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327