Grønlendski rækjustovnurin skal verjast

Grønlendski rækjustovnurin skal verjast
Donsku rækjureiðararnir í Grønlandi eru firtnir um avgerðina. Reiðaríið Ocean Prawn hevur mist umleið helvtina av kvotuni eftir fáum árum
Grønlendski rækjustovnurin skal verjast
Mynd: savnsmynd  
 
05.02.2015 - 08:44

Til tess at verja rækjustovnin hava grønlendsku politikararnir avgjørt at lurta eftir lívfrøðingunum og lækkað rækjukvotuna, hóast helvtin av grønlendska fiskaútflutninginum er rækja.

Men niðurskurðurin rakar grønlendsk og donsk reiðarí í Grønlandi misjavnt.

Rækjukvotan hjá grønlendingum er minkað 14 prosent, men kvotan hjá danska reiðarínum Ocean Prawn er lækkað niður í helvt eftir fáum árum, skrivar danska kringvarpið.

Kristian Barslund Jensen, sum eigur Ocean Prawn, heldur seg vera fyri vanbýti.

- Eg skilji væl, at grønlendsku starvsfelagar okkara siga, at teir sjálvir eru førir fyri at fiska alla rækjuna einsamallir. Men hinvegin vóru vit við til at menna rækjufiskiskapin í Grønlandi, og vit fiskaðu rækju, áðrenn grønlendingar vistu, at tað bar til at fiska rækju, sigur hann. 

Men grønlendsku politikararnir hava avgjørt at umsita rækjukvoturnar soleiðis, tí teir eru noyddir at verja búskapin, sigur Rikke Becker Jacobsen, sum granskar í grønlendskari fiskivinnu á lærda háskúlanum í Aalborg. 

- 92 prosent av øllum grønlendska útflutninginum eru fiskavørur, og rækjur umboða helvtina av øllum útfluttum fiskavørum. Tí hevur rækja sera stóran týdning fyri grønlendska samfelagið, sigur hon.

Grønlendsk og donsk skip kunnu fiska tilsamans 73.000 tons av rækju í grønlendskum sjógvi um árið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815