Seks verkætlanir fingið pengar frá Fiskimálaráðnum

Seks verkætlanir fingið pengar frá Fiskimálaráðnum
Seks verkætlanir hava fingið pengar frá Fiskimálaráðnum av játtanini til fiskivinnuroyndir í 2015. Árini 2013-2015 eru trý øki raðfest
Seks verkætlanir hava fingið pengar frá Fiskimálaráðnum av játtanini til fiskivinnuroyndir í 2015. Árini 2013-2015 eru trý øki raðfest
 
17.02.2015 - 10:10

Seks verkætlanir hava fingið pengar frá Fiskimálaráðnum av játtanini til fiskivinnuroyndir í 2015. Harafturat hava fimm verkætlanir, sum longu er byrjaðar, fingið fleiri pengar.

Játtaðar eru knappliga tríggjar milliónir krónur. Søkt varð um 4,8 mió. kr. Játtanin til fiskivinnuroyndir er nógv minkað seinastu árini. Hon var dupult so stór fyri fýra árum síðani.

Hugurin at søkja um stuðul er eisini minkaður. Í ár komu níggju umsóknir, tær vóru 17 í fjør, 27 í 2013 og 32 í 2012. Endamálið við fiskivinnuroyndum er at menna føroyska fiskivinnu við praktiskum, vinnuligum og vísindaligum royndum og kanningum.

Trý øki raðfest

Árini 2013-2015 eru trý øki raðfest, tey eru royndarveiða og virðisøking og burðardyggur fiskiskapur. Triðja raðfestingin er búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni.

Hon kann vera fyrisitingarligar, fíggjarligar, hagfrøðiligar, samfelagsligar ella búskaparligar kanningar ella greiningar, sum leggja aftur at vitanini um fiskivinnuna, og soleiðis menna grundarlagið undir vinnuligum og politiskum avgerðum.

Sambært Fiskivinnugransking í Fiskimálaráðnum er stuðulin, sum søkt verður um, bara lítil partur av tí, sum verkætlanirnar kosta, knappliga 20 prosent. Seinastu árini hevur dentur verið lagdur á at fáa vinnufyritøkur at vera við.

Í ár fingu vinnufyritøkur 58 prosent av stuðlinum, sum varð játtaður. Havstovan fekk 28 prosent og onnur, so sum Heilsufrøðilga starvsstovan og Fróðskaparsetrið, fingu 14 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Morgunlestur leygardagur 31.mai 2025
192277
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Fríggjadag 30. mai
Vikuskiftið 30. mei 2025
192617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. mai
Veðrið
192615
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491