Anita eigur at missa veiðuloyvið med alla

Anita eigur at missa veiðuloyvið med alla
Tað er niðurstøðan hjá Vørn, eftir dómin í Føroya rætti í desember
Anita eigur at missa veiðuloyvið med alla, er niðurstøðan hjá Vørn
Mynd: savnsmynd  
 
22.02.2015 - 15:21

Kaj leo Holm Johannesen, løgmaður gjørdi av at taka bæði veiðuloyvið og fiskiloyvið frá Anitu fyribils, til dómur varð samgur í málinum. Anita misti loyvið at royna við gørnum frá 1. november í fjør. Eftir dómin, bað Løgmansskivstovan Vørn um at viðmerkja dómin, og at siga sína hugsan í málinum.

Niðurstøðan hjá Vørn er greið:

"Eftir at dómur er sagdur í Føroya rætti í málinum um Anitu, skal Vørn hervið viðmerkja, at stovnurin ikki metir, at dómurin í Føroya rætti gevur atlit til at endurskoða áheitanina frá Vørn tann 22. apríl 2014 um at taka veiðiloyviö frá Anitu.
Vørn metir brotini framd av reiðarínum at verða tey grovastu, sum nakrantíð hava verið staðfest, so leingi fiskiveiðieftirlit hevur verið skipað á føroyska landgrunninum.

Vørn metir, at brotini eru so grov, at bert ein endalig afturtøku stendur mát við framdu brot, og skal Vørn tí sum sermyndugleiki á økinum viðmæla Løgmansskrivstovuni at taka veiðiloyviö frá reiðarínum endaliga, sum heimilað í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Tann tilvild at Anita bert varð tikin einaferð, og tað at tað er lítið sannlíkt, at brotið við stóra garnatalinum hevur kunnað verið framt, áðrenn skipið varð umbygt, og at reiðaríið sostatt bert náddi at gera tveir túrar, áðrenn Vørn kannaði skipið, er ikki nakað sum Vørn metir at vera linnandi umstøður í málinum.

Vørn metir, at tað er greitt frá umstøðunum í málinum, at:
reiðaríið hevði riggað seg til at dríva ein í høvuðsheitinum ólógligan fiskiskap við stórum vinningi fyri eygað, og at talan sostatt var um eina roynd at driva skipaðan ólógligan fiskiskap undir Føroyum í longri tíð. Dómsúrskurðurin í Føroya rætti styðjar hesum sjónarmiði.

Tað serstaka við hesum brotunum er, at vanliga er brot á føroysku fiskivinnulóggávuna, nakað sum hendir, hóast fiskiskapurin annars er lógligur. Her er støðan beint øvugt, tí tann lógligi parturin av fiskiskapinum hevur verið nógv tann minni parturin og tann ólógligi størri.
Hetta, samanhildið við tí sannroynd, at skipið varð umbygt, mannað og riggað til, til at kunna dríva ein í hovuðsheitinum ólógligan fiskiskap i síni heild, eigur at viðføra, at veiðiloyvið verður tikið aftur endaliga. Stendur í svarinum frá Vørn til Løgmansskrivstovuna.

Í svarinum leggur Vørn við skjøl um líknandi hendingar í norsku fiskivinnuni.
Løgmansskrivstovan arbeiðir í løtuni við at orða endaliga svarið til partafelagið Seta, sum eigur Anitu.
Tá Løgmansskrivstovan hevur gjørt sína niðurstøðu, verður hon send reiðarínum til ummvælis, áðrenn Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, skal taka endaligu støðu til, hvussu verður við fiski- og veiðuloyvinum hjá garnsakipinum, Anitu.

Reiðaríið hevur lagt avgerðina hjá løgmanni fyri rættin, og rætturin verður biðin um at ógilda avgerðina hjá Kaj Leo Holm Johannesen, um at taka veiðu- og fiskiloyvið frá skipinum.
Nær tað málið kemur fyri í rættinum er ikki greitt.

Les eisini: Anita møguligt fútamál

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650