Bíligari at keypa luktilsi í Føroyum

Bíligari at keypa luktilsi í Føroyum
Punktgjaldið verður strikað 1. juni í eini roynd at fáa størri sølu í Føroyum
 
23.02.2015 - 08:28

Millum tey mongu lógaruppskotini, sum løgtingið fær frá landsstýrinum í næstu viku, er eitt um avgjald á luktilsi.

Endamálið er, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at fáa fólk, sum keypa luktilsi í øðrum londum, at fáa tey at keypa tað í føroyskum handlum, tá punktgjaldið verður strikað 1.juni í ár.

Handilsvinnan hevur ofta víst á, at punktgjaldið fær fólk at keypa eitt nú luktilsi uttanlands. 

Ein kanning, sum Gallup gjørdi fyri Fíggjarmálaráðið í 2006, segði, at minni enn fjórðingurin av teimum spurdu keypir luktilsi í Føroyum.

Kosmetikk og sápa

Við lógaruppskotinum verður punktgjaldið á kosmetikkvørum og sápu strikað. 

Landskassin missir tríggjar milliónir krónur av broytingini, men Jørgen Niclasen væntar, at pengarnir koma aftur í meirvirðisgjaldi, tí meira verður keypt.

Hann vísir á, at tá sjónvarpstól sluppu undan punktgjaldinum fyri tíggju árum síðani, fekk landskassin nakrar milliónir meira í meirvirðisgjaldi fyri sjónvarpstól 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Leygardag 10. januar
Upp á tá - 090126
202480
Leygardag 10. januar
Vikugesturin: Mitt í tónleikinum
202479
Leygardag 10. januar
Vikan 10. januar 2026
202471
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341