Føroyingar ikki í størri vanda at fáa sclerosu

Føroyingar ikki í størri vanda at fáa sclerosu
29 føroyingar, sum hava sclerosu, eru kannaðir, og úrslitini eru samanborin við 28 fólk, sum ikki hava sclerosu
Kanningar vísa, at tey, sum fáa sclerosu, ikki eru tættari í ætt við hvørt annað, enn tey, sum ikki fáa sclerosu.
 
23.02.2015 - 09:06

Møguleikin fyri at fáa sclerosu, er ikki størri, ert tú føddur og uppvaksin í einum lítlum avbyrgdum samfelag, enn í einum størri samfelag.

Og tað sama er galdandi, hóast fólk, sum finna saman, eru tætt í ætt við hvørt annað.

Tað vísir ein nýggj kanning, sum er gjørd á Syddansk Universitet, og sum danska Sclerosufelagið hevur almannakunngjørt.

Føroyingar og sclerosa

29 føroyingar, sum hava sclerosu, eru kannaðir, og úrslitini eru samanborin við 28 fólk, sum ikki hava sclerosu.

- Í Føroyum eru møguleikarnir størri at fáa ávísar sjúkur, tí fólk, sum finna saman, ofta er í ætt við hvørt annað, sigur Stefanie Binzer, lækni á neurologisku deildini og phd-lesandi á Syddansk Universitet.

Hon hevur staðið á odda fyri kanningini, og hevur fingið vegleiðing frá Egon Stenager, sum er professari og leiðari á Sclerosuklinikkini í Suðurjútlandi.

Stefanie Binzer fór undir kanningina, tí ymsar genetiskar samansetingar kunnu økja um vandan fyri at fáa sclerosu. Tí er tað áhugavert at kanna fólkasløg, sum mestsum øll eru í ætt við hvørt annað, sigur hon.

Og fyrstu kanningarnar vísa, at tey, sum fáa sclerosu, ikki eru tættari í ætt við hvørt annað, enn tey, sum ikki fáa sclerosu.

Ikki neyðugt at stúra

- Tað er áhugavert fyri føroyingar og onnur fólkasløg, tí tey nýtast ikki at stúra fyri at vera í einum vandabólki, sigur Stefanie Binzer.

Ein partur av kanningini er at kanna genetisku samansetingarnar, og tað er Stefanie Binzer nú í ferð við at gera. Og tá tað arbeiðið er liðugt, verður tað eisini almannakunngjørt, skrivar danska Sclerosufelagið á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040