Skulu hava summarfrí um summarið

Skulu hava summarfrí um summarið
Vinnumálaráðið skjýtur upp, at tey, sum arbeiða í flogførum, fáa rætt til summarfrí millum 2. mai og 30. september
 
24.02.2015 - 08:24

Fólk, sum arbeiða í flogførum, eiga, eins og aðrir løntakarar, at kunna hava summarfrí um summarið.

Vinnumálaráðið vil hava løgtingið at broyta lógina um frítíð við løn, so tey, sum arbeiða í flogførum, fáa rætt til at hava summarfrí millum 2.mai og 30.september frá 2016 at rokna. 

Vinnumálaráðið sigur, at uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna. 

Men uppskotið kann fáa avleiðingar fyri Atlantic Airways, tí felagið møguliga skal finna fleiri frítíðaravloysarar um summarið. 

Ymisk rættindi

Vinnumálaráðið vísir á, at sambært donsku frítíðarlógini kunnu flogskiparar og flogternur halda summarfrí um summarið. 

Tað ger, at tey, sum arbeiða í flogførunum hjá Atlantic Airways, hava ymisk rættindi.

Tey, sum búgva og hava arbeiðsstøð í Danmark, hava rætt til frítíð eftir donsku frítíðarlógini og kunnu tí halda summarfrí um summarið. 

Tey, sum arbeiða á sjónum, eru ikki við í uppskotinum hjá Vinnumálaráðnum. Tey vera framvegis undantikin regluni um rætt til at hava summarfrí um summarið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120