Depilin í Skálavík verður nú hotell

02.03.2015 - 10:12
AktueltSamfelag
Depilin í Skálavík verður nú hotell
Smyril Line fer at reka depilin, sum fær navnið Hotel Skálavík
Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, Hjørdis Háberg Petersen og Beinta Jacobsen, frá Deplinum í Skálavík. Myndin varð tikin, tá skrivað varð undir avtaluna
Mynd: Smyril Line  
 

Herfyri settu eigararnir av Deplinum í Skálavík seg í samband við Smyril Line um møguleikan at fáa Smyril Line at reka depilin. Nú er avtalan um leigu av hotellinum gjørd. og í framtíðini  verður tað Smyril Line, ið tekur sær av rakstrinum.

Smyril Line yvirtekur raksturin frá 23. mars og bjóðar gisting til bæði føroyingar og útlendingar.

Hotel Skálavík er nýtt og í  góðum standi. Hotellið hevur 25 kømur umframt fundarhøli, matstovu, veitsluhøli, biograf og allar hentleikar til ráðstevnur. Eisini eru tvey stór høli, ið kunnu leggjast saman at rúma upp til 500 gestum.

Sandoyggin serlig

Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line, fegnast um samstarvið:

 – Við Hotel Skálavík kunnu vit bjóða eitt væl røkt, nútímans hotell á einum av vakrastu plássum í Føroyum. Sandoyggin er heilt serlig. Her eru náttúruperlur sum Søltuvík, mentanarupplivingar sum Listasavnið á Sandi, og her er ein tann besta strondin í landinum, sigur hann.

– Vit hava longu eitt breitt og gott sølunet, bæði í Føroyum og uttanlands, so vit eru brynjað at fara undir hesa ætlan. Vit hava 32 ára royndir við sølu og marknaðarføring uttanlands, og vit hava søluskrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi og Týsklandi. Harumframt hevur Smyril Line sera tætt samstarv við umboð í øllum Skandinavia og  í Evropa. Arbeitt verður við at gera sølutilfar, eitt nú eina nýggja heimasíðu við smidligari sølufunktión. Væntandi verður hetta arbeiði liðugt um góðar tvær vikur, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mai
Skriftin á vegginum
140070
Mikudag 25. mai
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
140145
Mikudag 25. mai
LEITISSTEIN 24.04.2022
140144
Mikudag 25. mai
Nón 25. mai 2022
140137
Mikudag 25. mai
Breddin - Fangi hjá Islamskum Stati
140117
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. mai
3-2
140037
Sunnudag 22. mai
Andaktin
139968
Sunnudag 22. mai
Guðstænasta í Elduvíkar kirkju
139969
Hósdag 19. mai
Sært tú meg 2:3
139885
Mánadag 16. mai
3-2
139731