Útróðrarmaðurin tjenar minni enn arbeiðsmaðurin

Útróðrarmaðurin tjenar minni enn arbeiðsmaðurin
Brandur Sandoy, løgtingsmaður, hevur sett Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, fyrispurning
 
02.03.2015 - 07:58

Hví skal ein fiskimaður fortjena minni enn ein arbeiðsmaður?

Ein arbeiðsmaður, sum hevur 40 tíma viku, fær 20.400 kr. um mánaðin. Minstalønin hjá fiskimanninum er í mesta lagi 925 kr. um dagin, og minstiforvinningurin er í mesta lagi 14.000 kr. um mánaðin.

Og sambært galdandi kunngerð um Trygdargrunnin lækka hesi gjøldini 1.juni í ár. 

Tá fer minstalønin niður í 700 kr., og minstiforvinningurin fer niður í 12.000 kr.

Brandur spyr

Spurningin og tølini eigur Brandur Sandoy, løgtingsmaður, sum hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um Trygdargrunnin, minstuløn og minstaforvinning hjá fiskimonnum. Brandur Sandoy vísir eisini á, at 1.juni verða treytirnar fyri at fáa minstaforvinning hjá útróðrarmonnum munandi herdar.

Nú skal báturin hava avreitt fyri minst 120.000 kr. upp á mannin seinasta seks mánaðirnar fyri at koma undir treytirnar um minstaforvinning.

Markið hækkar

1.juni fer hetta markið upp í 200.000 kr., sigur Brandur Sandoy, og leggur afturat, at henda herðing fer at gera, at hjá teimum flestu verður ógjørligt fáa nakað úr grunninum, tí útróður er sera svikaligur fyri veður um veturin. 
Brandur Sandoy sigur, at virðið á tí, sum føroyingar fiska, er nógv vaksið. Tað skuldi givið Trygdargrunninum fleiri pengar.

Samstundis eru línuskipini vorðin færri, og tí minkar útgjaldið hjá Trygdargrunninum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221