Innflyta meiri til húsarhaldsnýtslu

Innflyta meiri til húsarhaldsnýtslu
Innflutningurin er vaksin á hvørjum ári síðani 2011, men húsarnýtslan er framvegis minni enn í 2007
 
03.03.2015 - 08:18

Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu vaks seks prosent  í fjør. Frá 2007 til 2011 minkaði tann innflutningurin nógv.  Síðani er innflutningurin vaksin eitt sindur á hvørjum ári, men enn verður minni innflutt til húsarhaldsnýtslu, enn í 2007, upplýsir Hagstovan.

Eisini er vøkstur í innflutninginum av tilfari til vinnuna, 12 prosent vøkstur í byggitilfari og fimm prosent vøkstur í tilfari til annan ídnað.

Innflutningurin av skipum og flogførum minkaði nógv í 2014. 

Nógv skip og flogfør

Bæði í 2012 og 2013 var óvanliga stórur innflutningur av skipum og flogførum. í 2012 innfluttu vit skip og flogfør fyri 1,3 milliardir kr. Tað minkaði niður í góðar 800 milliónir kr. í 2013 og niður í 224 milliónir kr. í fjør.

Príslækkingin á olju sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningurin av brennievni minkaði  níggju prosent  í virði, og nøgdin  minkaði umleið tvey prosent.

Størsti vøksturin var í maskinum og amboðum. Innflutningurin var helvtina størri í fjør enn í 2013. Ein stórur partur av vøkstrinum stavar frá vindmyllunum, sum komu til landið í fjør.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659