Norðmenn til Hollands í fongsul

Norðmenn til Hollands í fongsul
242 norðmenn skulu sita dómin í Hollandi, og tað kostar 190 mió. kr. um árið
 
03.03.2015 - 09:28

Pláss er ikki í norsku fongslunum, og tí skulu dømdir norðmenn nú til Hollands at sita dómin.

Norsku myndugleikarnir hava gjørt eina avtalu við myndugleikarnar í Hollandi um, at 242 norðmenn skulu sita dómin í Hollandi, og tað skal Noreg rinda 190 milliónir kr. fyri um árið, skrivar Verdes Gang.

Norski løgmálaráðharrin sigur, at ætlanin er fyribils, tí Noreg arbeiðir við at fáa fleiri fongsulspláss til vega.

Ein uppgerð í heyst vísti, at 1300 fólk sum eru dømd í Noregi, sleppa ikki inn at sita, tí pláss er ikki fyri teimum.

Sita eftir summarfrítíðina

Fyrstu norðmenninir verða sendir til Hollands eftir summarfrítíðina, og útlendingar, sum eru dømdir í Noregi, skulu eisini til Hollands at sita dómin, stendur í avtaluni.

Norski umboðsmaðurin ávarar ímóti avtaluni við Holland, tí so nógvir ógreiðir spurningar eru.

M.a. vísir hann á, at tað er ikki greitt, hvussu viðurskiftini hjá fongslaðu norðmonnunum skulu skipast. Um tað hendir seg, at ein av dømdu norðmonnunum fremur brotsverk, meðan hann situr í Hollandi, er hollendsk lóg galdandi, og ikki norsk lóg, vísir norski umboðsmaðurin á.

Norsku fongsulsvørðarnir eru heldur ikki nøgdir við avtaluna. Teir vísa á, at skipanin er ikki tann sama í fongslunum, og tað verður ikki so lætt hjá familju at hitta tey, sum sita í Hollandi.

Fólk í Hollandi, sum sita í sama fongsli, sum norðmenninir skulu sita í, eru heldur ikki álvulig við støðuna, tí tey vænta, at teirra umstøður gerast verri, um nógvir norðmenn skulu sita í sama fongsli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887