Vit skulu hava egið Fíggjarligt váðaráð

Vit skulu hava egið Fíggjarligt váðaráð
Tjóðveldi heldur, at neyðugt er at fremja ítøkilig átøk at forða fyri fíggjarkreppum í framtíðini
 
04.03.2015 - 08:50

Føroyar eiga at hava sítt egna Fíggjarliga váðaráð.

Millum tey 24 uppskotini, sum andstøðuflokkarnir fara at leggja fram fríggjadagin, er eitt hjá Tjóðveldi um Fíggjarligt váðaráð.

Kristina Háfoss, løgtingskvinna, sigur, at neyðugt er at fremja ítøkilig átøk at forða fyri fíggjarkreppum í framtíðini.

Fíggjarkreppan lærdi flestu lond, at nóg mikið er ikki at hava fíggjareftirlit, sum hevur eftirlit við hvørjum fíggjarstovni.

Neyðugt er eisini at hava yvirskipað fíggjarligt eftirlit, sum støðugt heldur eyga við fíggjarligu váðunum í samfelagnum og fíggjargeiranum sum heild, sigur Kristina Háfoss í Tjóðveldi, sum vil hava løgtingið at fáa landsstýrið at stovna Fíggjarligt váðaráð. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329