Avtalur um bygnaðarliga skipan gjørdar

Avtalur um bygnaðarliga skipan gjørdar
Avtalur um bygnaðarligu skipanina fyri Marknagilsdeplin eru undirskrivaðar. Ætlanin er, at vinnan skal fáa ávirkan á útbúgvingarnar á skúladeplinum
Avtalur um bygnaðarligu skipanina fyri Marknagilsdeplin eru undirskrivaðar, boðar Mentamálaráðið frá
 
05.03.2015 - 08:14

Stýrini fyri sjálvsognarstovnarnar, Tekniska Skúla í Tórshavn og Føroya Handilsskúla, taka undir við at avtaka sjálvsognarstovnarnar og skipa ein almennan skúladepil, boðar Mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi.

Sambært lógaruppskoti, sum verður lagt fyri Løgtingið, er ætlanin at skipa depilsráð, sum gevur vinnuni ávirkan á yrkisfakligu útbúgvingarnar á skúladeplinum.

Søkt verður í næstum eftir depilsstjóra fyri Marknagilsdepilin, sum fer at umfata alt virksemið, sum er í Tekniska Skúla í Tórshavn, Føroya Handilsskúla í Tórshavn og Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.

Avtalað er, hvussu sambandið verður millum verandi leiðslur og depilsstjóran inntil flutt verður inn í nýggja skúladepilin á sumri 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Stjørnan í øðrum parti
204122
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957