Aðalfundur merktur av valinum seinni í ár

Aðalfundur merktur av valinum seinni í ár
Aðalfundurin hjá Starvsmannafelagnum í morgin verður merktur av at 2015 er valár. Politisku flokkarnir fara eitt nú at kjakast um skattapolitikk
Valárið 2015 fer at seta sín dám á aðalfundin hjá Starvsmannafelagnum, ið verður leygardagin
 
06.03.2015 - 11:02

Skattapolitikkur, privatisering av almennum tænastum, lønardumping og tríparta samstarv á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Á fundinum verður eisini politiskt formansumfar, sum er opið fyri almenninginum.

Nógv kjak hevur verið um skattapolitikkin hjá hesi samgonguni, og flokkarnir fara í formansumfarinum at kjakast um, hvønn skattapolitikk teir ætla at reka í komandi valskeiði.

Kjakast eisini um útveiting av tænastum

Eitt annað evnið er einskiljing og útveiting av almennum vælferðartænastum. Eisini verður nomið við aktuella málið um at bjóða almenn størv út á Keypsportalinum til lægst bjóðandi.

Sosial dumping verður eisini á kjakskránni á formansumfarinum. At enda verður kjak um hugtakið ‘tríparta samstarv’, har arbeiðsgevarar, fakfeløg og politisku myndugleikarnir tosa saman og semjast um mál av felags áhuga.

Aðalfundurin verður á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn, og klokkan 17:00 lata dyrnar upp fyri almenninginum, tá politiska formansumfarið verður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523