Eru longu á veg aftur til Danmarkar

Eru longu á veg aftur til Danmarkar
Løgreglan stóð fyri tveimum dreingjum á Norrønu, sum ætlaðu sær víðari til Íslands
 
09.03.2015 - 08:05

Teir báðir ungu flóttafólkadreingirnir - 14 og 15 ára gamlir - sum høvdu sníkt seg umborð á Norrønu, eru longu á veg av aftur landinum. 

Løgreglan stóð fyri dreingjunum, tá Norrøna kom á Havnina í morgun. Dreingirnir verða sendir aftur til Danmarkar við morgunflogfarinum hjá Atlansflogi klokkan 8.15, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.  

Teir báðir dreingirnir, sum eru ættaðir úr Marokko, hava búð í Sandholm-leguni, ið er bráðfeingis bústaður hjá flóttafólkum í Danmark, áðrenn teir sníktu seg umborð á Norrønu. 

Teir ætlaðu sær víðari úr Føroyum til Íslands, men ferðin fekk ein bráðan enda í morgun, og dreingirnir eru nú á veg aftur til Danmarkar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846