Nets niðurleggur 220 størv

Nets niðurleggur 220 størv
Fyritøkan vónar at fáa eina skipan við starvsfólkini um, at tey sjálvboðin fara úr starvi
Mynd: DR  
 
10.03.2015 - 11:12

Fyritøkan Nets, sum m.a. umsitur gjaldskortini hjá føroyskum peningastovnum, fer at niðurleggja 220 størv í Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi. Hetta verður gjørt til tess at styrkja kappingarførið, skrivar Ritzau.

Tilsamans  2500 fólk starvast í Nets, og í eini roynd at sleppa undan, at fólk verða uppsøgd, fer fyritøkan at bjóða starvsfólkunum eina skipan, har tey sjálvboðin fara úr starvi. 

Nets fer nú at samráðast við fakfeløgini um málið. 

Fyri einum ári síðani fór Nets á aðrar hendur, tá tveir kapitalgrunnar og pensjónsgrunnurin ATP keyptu fyritøkuna fyri 17 millardir kr. Umframt gjaldskort og gjaldstænastu hevur Nets avtalu við donsku myndugleikarnir um at reka NemID.

Forstjórin í Nets, Bo Nilsson, sigur, at hóast færri starvsfólk verða, fer tað ikki at ávirka trygdina í tænastunum, sum Nets bjóðar. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328