Níggju mál fáa fyrstu viðgerð í dag

Níggju mál fáa fyrstu viðgerð í dag
Tingfundir verða hvønn dag í hesi vikuni
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur sett øll málini, sum eru løgd fram, á dagsskrá
 
10.03.2015 - 08:10

Løgtingið fer nú undir at viðgera øll málini, sum vórðu løgd fram fríggjadagin, seinasta framløgudagin í hesari tingsetuni. 

Á dagsskránni fyri tingfundin í dag standa níggju mál, sum skulu hava fyrstu viðgerð.

Talan er um uppskot, millum annað ríkislógaruppskot, sum eru komin úr Fíggjarmálaráðnum og tvey uppskot hjá Framsókn og eitt hjá Tjóðveldi.

Tingfundir vera eisini í morgin, hósdagin og fríggjadagin við nógvum fyrstu viðgerðum á skránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923