Keypsportalur: Ásanna óhepnar orðingar í útboðnum

Keypsportalur: Ásanna óhepnar orðingar í útboðnum
Fakfeløgini hava góðtikið frágreiðingina frá Lønardeildini og gera ikki meiri við málið
 
12.03.2015 - 07:51

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum ásannar, at orðingarnar í útboðnum hjá Gjaldstovuni, sum á Keypsportalinum bjóðaði út tænastuna sum verkætlanarleiðari at talgilda tænastur hjá tí almenna, vóru óhepnar og ikki eiga at koma fyri eina aðru ferð. 

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevði fríggjadagin fund við Búskapar- og løgfrøðingafelagið, Akademikarafelagið og Starvsmannafelagið. 

Feløgini hava funnist hvassliga at útboðnum, tí tað stríðir ímóti almenna setanarpolitikkinum, siga feløgini. 

Starv ella tænasta

Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hava ásannað, at orðingarnr í útboðnum vóru óhepnar, tí tær kundu skiljast soleiðis, at talan var um eitt starv - og ikki um eina tænastu. 

Somu niðurstøðu er Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum komin til. 

Snorri Fjallsbak, stjóri á Lønardeildini, sigur, at sama mistak skal ikki koma fyri aftur eina aðru ferð. Og tí fer Fíggjarmálaráðið nú at orða greiðar leiðreglur, so eingin ivi er um, hvørjar reglur eru galdandi, tá tænastur verða bjóðaðar út á Keypsportalinum. 

Snorri Fjallsbak slær fast, at er talan um starv, eigur almenni setanarpolitikkurin altíð at verða fylgdur. 

Fýra tilboð

Fýra veitarar bjóðaðu seg fram at gera arbeiðið fyri Gjaldstovuna. 

Smápartafelagið Mutabor hevði lægsta boðið og fer at gera arbeiðið fyri 650.000 krónur. 

Snorri Fjalsbak sigur, at tann tilgongdin er komin so langt, at tað kemur ikki upp á tal, at steðga nú. Tí verður útboðið, sum Mutabor vann, ikki ógildað og strikað, og arbeiðið verður gjørt. Men greiðar mannagongdir skulu gerast fyri framtíðina, so slíkt ikki hendir aftur, sigur hann. 

Fakfeløgini, sum vóru á fundi í Fíggjarmálaráðnum fríggjadagin, hava góðtikið frágreiðingina, tey fingu frá Lønardeildini og gera ikki meira við málið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. juli
RagnarRokk: Jack Owen um Next to Die
209117
Mánadag 6. juli
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
210546
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 5. juli 2026
210545
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521