Hvirla tók bil og tekja reiv

Hvirla tók bil og tekja reiv
Bilførarin, ein maður, var einsamallur í bilinum, og hann slapp snikkaleysur frá hendingini
 
13.03.2015 - 07:52

Nógvur vindur var í gjárkvøldið og í nátt, men løgreglan hevur ikki fingið nógvar fráboðanir um skaða.

Ein bilur varð tikin av eini hvirlu millum Fjarða um hálvgum tólv tíðina í gjárkvøldið og fór út av vegnum. 

Bilførarin, ein maður, var einsamallur í bilinum, og hann slapp snikkaleysur frá hendingini. Heldur ikki bilurin fekk skaða. 

Tekjan reiv

Stutt eftir klokkan 11 í gjárkvøldið reiv tekjan og klædningurin av einum húsum í Klaksvík. 

Sløkkiliðið varð boðsent og fekk tamarhald á støðuni, og fekk bjargað tí mesta. 

Avlýsingar

Og vánaliga veðrið hevði fleiri avlýsingar við sær hjá Strandferðsluni í gjár og í gjárkvøldið. Men í morgun eru betri líkindi, og skip og bussar hjá strandferðsluni sigla og koyra aftur sum vænt, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landsins, í morgun. 

Tó siglir Teistin ikki um Skopunarfjørð vegna tekniskt brek.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809