Posta avlop á 4 miljónir kr. fyri skatt í 2014

Posta avlop á 4 miljónir kr. fyri skatt í 2014
Støðug søla, sunnur rakstur og besta úrslitið í mong ár, og leiðslan er nøgd, sigur Joel undir Leitinum, stjóri
 
16.03.2015 - 15:41

Úrslitið hjá Posta samtakinum í 2014 gjørdist eitt yvirskot á 4 miljónir kr. fyri skatt, samanborið við 3,5 miljónir kr. í 2013. Samlaða sølan í 2014 var góðar 91 miljónir kr., sum er á leið tað sama, sum árið fyri. Tað skrivar Posta á heimasíðu síni.

Gott gjaldføri

At Posta, annað árið á rað hevur yvirskot, er úrslit av miðvísu menningini og tillagingini, sum er gjørd í fyritøkuni. Eginognin er nú góðar 27 miljónir kr. Peningastreymarnir eru positivir og felagið hevur eitt gott gjaldføri, sigur Posta.

- Posta skal vera fremst innan sítt øki. Broytingar í samfelagnum gera, at tænastur, har vøran verður koyrd til dyrnar, verða meira og meira eftirspurdar. Innlendis og millumlanda nethandil er í vøkstri. At veita eina dygga flutningstænastu til hvørt stað í landinum, er ein av okkara skyldum”, sigur Joel undir Leitinum við heimasíðuna.

Dagføra og menna

Íløgur verða framhaldandi gjørdar at menna og dagføra tænasturnar. Talgildar sjálvgreiðslur innan bóking av vøru og levering av pakkum væntast í komandi ári. Lyklaorðið er “fleksibilitetur” – at viðskiftafólk kunnu vera leys av tíð og stað. Frammanundan eru tænasturnar Mínboks, Bera og bóking av vørukoyring á netinum.

Posta væntar eisini avlop í 2015, skrivar heimasíðan posta.fo.

Fakta um nevndina:

Í nevndini í Posta sita Andras Róin, nevndarformaður, Reidar Nónfjall, næstformaður, Aibritt á Plógv og Paula Mikkelsen Kass. Starvsfólkavald umboð í nevndini eru Jens P. Jensen og Sunleif Álaberg. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. februar
Morgunlestur fríggjadagur 20.februar 2026
204091
Hósdag 19. februar
RagnarRokk 19.februar 2026
203231
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Gregory Spawton um Woodcut
203229
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Rick Hughes um Redemption
203230
Hósdag 19. februar
Eitt korter við Jazztónleiki
204472
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493
Hósdag 19. februar
Jóhanna: Mín móðir
204500
Hósdag 19. februar
Filip: Elisabet og Elinborg
204498