Vilja hava kundar at brúka NemID í netbankanum

Vilja hava kundar at brúka NemID í netbankanum
Ert tú eitt nú kundi í Eik ella BankNordik, skalt tú góðtaka NemID reglurnar fyri 10. mai í 2015, um netbankin skal vera virkin í framtíðini
Føroysku bankarnir fara nú undir at seta viðskiftafólkini í NemID skipanina. Góðkennir tú ikki NemID reglurnar, verður netbankin óvirkin eftir 20. juni 2015
 
18.03.2015 - 12:19

Bankarnir fara nú undir at seta viðskiftafólkini í NemID skipanina. Góðkennir tú ikki NemID reglurnar, verður netbankin óvirkin eftir 20. juni 2015. Hetta ávirkar ikki kontur ella lán á nakran hátt, einans atgongdina til bankan á netinum.

Kundin fær kontuavrit sendandi við postinum einaferð um mánaðin, um netbankin verður óvirkin. Hesi avrit kosta í dag 15 krónur fyri hvørt.

Góðtekur tú NemID reglurnar, verður ein NemID brúkari stovnaður sjálvvirkandi, og tú fær eitt lyklakort og fyribils atgongdarkotu við postinum og eina fyribilskotu við sms-boðum, um fartelefonnummarið er skrásett í Netbankanum.

Grein 52 fyrispurningur um skipanina

NemID er ein tænasta, sum Nets DanID veitir. Við NemID verður netbankalykilin varðveittur á eini lyklamiðstøð og ikki á tínari teldu ella teldli.

Netbankin verður sambært bankanum tryggari, tí umframt atgongdarkotuna skalt tú eisini hava títt lyklakort hjá tær, tá ið fíggjarligu viðurskiftini skulu avgreiðast.

Høgni Hoydal hevur sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum grein 52 fyrispurning um NemID tann 3. mars

Høgni Hoydal spyr millum annað, hvørjar heimildir bankarnir hava at krevja, at kundin verður innlimaður í donsku NemID skipanina, men enn er einki svar komið frá landsstýrismanninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777