Prestur innsetast í Norðstreymoyar prestagjaldi

Prestur innsetast í Norðstreymoyar prestagjaldi
Í dag verður Maria Jørðdal Niclasen skipað í kallið í Norðstreymoyar prestagjaldi
 
22.03.2015 - 11:01

Hetta verður gjørt við hátíðargudstænastu í Kvívíkar kirkju nú seinnapartin klokkan kl.17.00.

Maria hevur áður verið sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi, nú hon tekur við embætinum eftir Theodor E.D.Olsen, sum var sóknarprestur í Norðstreymi til 1.september í fjør, tá ið hann tók við sum sóknarprestur í nýggja prestagjaldinum í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi.
Maria Jørðdal Niclasen skal hava bústað í Kvívík.

Umframt Mariu, røkja eisini prestarnir Marjun í Kálvalíð og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar kallið í Norðstreymoy.

Tað er dómprósturin, sum skipar Mariu Jørðdal Niclasen í embætið, og hetta verður, sum sagt, gjørt við hátíðargudstænastu í Kvívíkar kirkju nú seinnapartin klokkan kl.17.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860