Fegnast á Facebook um ætlaðu góðshavnina

Fegnast á Facebook um ætlaðu góðshavnina
Meðan ein bólkur á Facebook savnar inn undirskriftir fyri at steðga nýggju góðshavnini, fegnast fólk í einum øðrum bólki um ætlaðu góðshavnina
Fólk, ið taka undir við at nýggj góðshavn verður gjørd í Havn, fegnast á Facebook um ætlaninar hjá høvuðsstaðarkommununi
Mynd: Skíggjamynd/Facebook  
 
31.03.2015 - 09:32

Tað eru ikki øll, ið ynskja hana har piparið grør - nýggju góðshavnina, Skansabryggjan, ætlanin er at byggja útifyri Skansan og Eystaru bryggju í høvuðsstaðnum.

- Vit vilja, at Skansin verður eins og Tinganes, har fyrsti skansin í Havn upprunaliga var. Ein fornminnisligur dýrgripur, mitt í meldrinum, siga stigtakararnir millum annað.

 

Hetta er ein síða hjá okkum, sum fegnast um, at Skansin verður partur av nýggju Tórshavnar havn. Sum fegnast um, at...

Posted by Skansin on 30. mars 2015

Leygardagin varð ein annar bólkur stovnaður á Facebook. Tann bólkurin savnar inn undirskriftir frá fólki, ið ikki taka undir við at nýggj góðshavn verður gjørd í Havn.

Stigtakararnir, Øssur Winthereig og Grækaris Djurhuus Magnussen, ætla at handa Tórshavnar kommunu innkomnu undirskriftirnar í morgin, mikudagin 1. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523