Uppskot um at broyta fiskavirkisskipan

Uppskot um at broyta fiskavirkisskipan
Skipanin um arbeiðsloysisstuðul til arbeiðsleys á fiskavirkjum, fiskavirkisskipanin, skal ikki longur verða galdandi fyri uppsjóvar- og kryvjivirki
Skipanin um arbeiðsloysisstuðul til arbeiðsleys á fiskavirkjum, fiskavirkisskipanin, skal ikki longur verða galdandi fyri uppsjóvar- og kryvjivirki
 
09.04.2015 - 08:51

Tað ætlar Johan Dahl, landsstýrismaður, ið hevur sent uppskot um kunngerð til hoyringar. Sambært uppskotinum skal skipanin bara verða galdandi fyri virki, sum virka botnfisk ella úrdrátt úr fiski. Talan er ikki um tilvirking, tá fiskur bara verður ísaður.

Botnfiskur er allur fiskur, sum vanliga verður roknaður sum botnfiskur, tó ikki laksur og síl ella uppsjóvarfiskasløg, sum eitt nú makrelur, sild, svartkjaftur, lodna, nebbasild, rossmakrelur, brislingur og havgøltur.

Gulllaksur er í hesum sambandi at meta sum botnfiskur, stendur í uppskotinum til kunngerð, ið er sent til hoyringar.

Í teimum førum, framleiðslan á einum virki fevnir um tilvirking av bæði botnfiski og uppsjóvarfiskalsøgum, er tað ein treyt, at virkið í høvuðsheitum virkar botnfisk, ella at meiri enn helmingurin av rávøruni stavar frá botnfiski.

Millum teirra, sum hava fingið uppskotið um kunngerð til hoyringar, eru feløgini í Vinnuhúsinum, og hoyringarfreistin er í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444