- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnur liva 5 ár longur enn fyri 30 árum síðani

Livialdurin í Føroyum hækkar støðugt, og nú liva kvinnur fimm ár longur enn fyri 30 árum síðani, og menn liva sjey ár longur enn fri 30 árum síðani, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Í 1985/86 var miðallivialdurin hjá kvinnum 79 ár, og hjá monnum 72 ár. Uppgerðin fyri 2013/2014 vísir, at miðallivialdurin hjá kvinnum er 84 ár og hjá monnum er miðallivialdurin 80 ár.
Hvat er lívsævi?
Á heimasíðuni skrivar hagstovan, at lívsævi oftast verður roknað frá lívsbyrjan, t.v.s. tey ár, ein nýføddur drongur ella nýfødd genta í miðal kunnu vænta at liva.
Men lívsævi kann eisini roknast sum eftirverandi livialdur, t.v.s. tey ár, ein maður ella kvinna í t.d. 50 ella 65 ára aldri í miðal kunnu vænta at hava eftir at liva. Ert tú komin upp í slíkan aldur, ert tú komin um nógvar vandar, sum kunnu vera í barna- og ungdómsárum. Og tí leggjast nøkur ár aftrat tí lívsævinum, sum annars er fyri ein nýføddan.
Hvussu leingi liva vit so?
Eftir tí vísir uppgerðin, at ein 65 ára gamal maður í miðal kann vænta at hava 18,5 liviár eftir. T.v.s. eitt væntað lívsævi á 83,5 ár. Tað er munandi longri enn væntaða lívsævið fyri ein nýføddan drong, ið er roknað til 79,4 ár.
Somuleiðis kann ein 65 ára gomul kvinna í miðal vænta at hava 22,1 ár. T.v.s. eitt væntað lívsævi á 87,1 ár. Tað er eisini munandi longri enn væntaða lívsævið fyri eina nýføddan gentu, ið er roknað til 84,1 ár.
Talvur á heimasíðuni hjá Hagstovuni vísa neyvari gongdina í livialdrinum.

























