Greining: Váðin í BankNordik øktur nógv

Greining: Váðin í BankNordik øktur nógv
BankNordik hevur fjórðstørstu afturgongdina á váðametingarlistanum hjá Niro Invest
 
04.05.2015 - 11:05

BankNordik er framvegis ein tryggur banki.

Men váðin er øktur nógv.

Tað vísir nýggjasta frágreiðingin frá bankagreiningarfyritøkuni Niro Invest, ið byggir á 21 lykartøl úr roknskapartølunum hjá peningastovnunum árið fyri.

Les eisini: - Vit koma sterkt aftur

BankNordik hevur fjórðstørstu afturgongdina

Váðametingartalið hjá BankNordik er 450, og tað er 50 stig røttumegin váðamarkinum.

Men váðin hjá føroyska bankanum er vaksin nógv hetta seinasta árið. Í fjør var váðametingartalið 375.

Afturgongdin er harvið 75 stig, og tað er fjórðstørsta afturgongdin av teimum 70 peningastovunum, ið Niro Invest hevur greinað.

Einans Sparekassen Vensyssel, Skjern Bank og Suðuroyar Sparikassi, ið nú er endaðu skeivum váðamarkið, hava havt størri afturgongd.

Les eisini: Greinari: Suðuroyar Sparikassi í váða

BankNordik liggur á einum 54. plássi av 70 á listanum.

Eik er tryggasti banki í Føroyum

Norðoya Sparikassi yvirhálað BankNordik í kappingini um at vera tryggasti banki, sambært frágreiðingini.

Váðametingartalið hjá Norðoya Sparikassi er 435 - 20 fleiri enn í fjør.

Tryggasti banki í Føroyum er - sambært frágreiðingini - Eik Banki.

Hann liggur á einum áttanda plássi á listanum við einum váðametingartali, ið er 300 - 32,5 fleiri enn í fjør.

Allur listin sæst her

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360