Sleppa at selja ræst kjøt eitt ár afturat

Sleppa at selja ræst kjøt eitt ár afturat
Tey, sum selja ræst ella turt kjøt, hava ikki fyri neyðini at fáa sær løggilding fyri 1.juni.
 
05.05.2015 - 09:02

Undantakið verður longt eitt ár, til 1.juni næsta ár.

Sambært matvørulógini skuldu tey, sum selja ræst ella turt kjøt, frá 1.juni í ár kunna prógva, at kjøtið stavar frá løggildum hjalli og sláturvirki, tá tað verður selt handlum og matstovum.

Men í gjár bað Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, løgtingið leingja hesa freist til 1.juni 2016.

Vil lýsa málið betur

Øll hava vitað í fimm ár, tað er síðani matvørulógin kom, at undantakið fór úr gildi 1.juni í ár.

Men kokkar og onnur í matstovuvinnuni stúra fyri, at útboðið av siðbundnum føroyskum matvørum verður ov avmarkað, tá kravið um løggildar hjallar og sláturvirki kemur í gildi.

Ein arbeiðsbólkur varð tí settur í desember 2013 at kanna møguligar óhepnar avleiðingar. 

Arbeiðsbólkurin gjørdi ikki nakra endaliga niðurstøðu, men mælti til, at meira verður kunnað um málið. 

Tí mælir landsstýrismaðurin nú til útseta kravið til ræst ella turt kjøt eitt ár. 

Endamálið er at fáa málið betur lýst nærri, sigur landsstýrismaðurin.

Kunnað verður um, hvussu framleiðslan skal skipast, so hon kann verða løggild.

Og í vetur fara granskarasetrið iNOVA, Vinnumálaráðið, kokkar, bóndur, Útoyggjafelagið og Heilsufrøðiligu Starvsstovan at hava ráðstevnu um ræst og ræsing. 

Ráðstevnan fer millum annað at viðgera, hvussu hjallar skulu innrættast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 5. juli 2026
210545
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521