Fólkapensjónistarnir fáa 350 krónur afturat

Fólkapensjónistarnir fáa 350 krónur afturat
Mánadagin fer løgtingið at samtykkja, at viðbótin til fólkapensjónistar hækkar 1.juli.
 
08.05.2015 - 10:07

Hækkingin verður 350 kr. um mánaðin, sum geva 4.200 kr. um árið.

Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við uppskotinum hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um at hækka viðbótina.

Hækkingin er mett at kosta 23 milliónir kr. næsta ár, og 13,7 milliónir í ár, tí viðbótin verður latin fyri sjey mánaðir í ár. 

Nakað av pengunum fáa landið og kommunurnar aftur í skatti, í ár 4,8 milliónir kr., og næsta ár 8,2 milliónir kr., sæst í viðmerkingunum um uppskotið hjá landsstýriskvinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297