Russland hjálpir Grikkalandi við orku

Russland hjálpir Grikkalandi við orku
Grikkaland hevur stóran áhuga í gassleiðing, sum Russland leggur til Turkalands, og Grikkaland vil hava leiðingina at ganga til Grikkalands eisini
 
09.05.2015 - 14:55

Grikski forsætisráðharrin, Alexis Tsipras, hevði ígjár telefonfund við russiska forsetan, Vladimir Putin. Teir umrøddu orkusamstarv.

Fundurin ímillum teir báðar var samstundis sum Grikkaland er fallið í ónáðir í ES, tí landið ikki vil gera eftir krøvunum um at seta tiltøk í verk, so landið ikki fer á húsagang.

ES hevur seinasta árið stongt eina gassleiðing til Europa, umvegis Bulgaria.

Alment partafelag

Tsipras segði russiska forsetanum, at landið er sinnað at skipa alment partafelag, sum skal leingja gassleiðingina úr Turkalandi til Grikkalands.

Putin boðaði frá, at Rusland er sinnað at stuðla einum grikskum partafelag, sum fer at leggja leiðingina til Grikkalands.

Russiska orkufelagið, Gazprom, hevur boðað frá, at rørleiðingin, sum verður løgd til Turkalands, verður klár at taka í nýtslu í desember í 2016.

Kalt vatn í blóðið 
ES slær seg til tols við grikska ynskið um gassleiðing, tí roknað verður ikki við, at Grikkaland verður ført fyri at fíggja gassleiðingina úr Turkalandi til Grikkalands.

Haraftrat kann gassleiðingin koma í stríð við kappingarreglurnar í ES, og so fær Grikkaland einki gass úr Ruslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961