Ákærdur fyri kynsliga framferð móti familjulimum

Ákærdur fyri kynsliga framferð móti familjulimum
Dreingirnir vóru 16 og 17 ára gamlir. Maðurin noktar seg sekan
 
19.05.2015 - 14:46

Ein 54 ára gamal maður er ákærdur fyri aðra kynsliga framferð enn samlegu móti tveimum dreingjum, sum hann er ættaður við.

Hetta skal vera hent heima hjá manninum árini 2012 til 2014, tá dreingirnir vóru ávikavist 16 og 17 ára gamlir. 

Politiið fekk fráboðan um málið nakað eftir ólavsøku í fjør. 

Noktar seg sekan

Ákærdi maðurin noktar seg sekan í øllum ákærunum.

Føroya rættur viðger revsimálið í dag. Rætturin setti forboð fyri at endurgeva tað, sum sagt verður á rættarfundinum.

Hjásetin hjá teimum báðum ungu monnunum krevur endurgjald fyri tort, 40.000 kr. fyri hvønn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086