Sáttmálar komnir undir land

Sáttmálar komnir undir land
Stjórin í Reiðarafelagnum sigur, at nú nærkast við sáttmálunum við Fiskimannafelagið og Maskinmeistarafelagið
Herálvur Joensen er stjóri í Reiðarafelagnum
 
21.05.2015 - 10:44

Nú skjótt fimm mánaðir eru farnir, síðani sáttmálarnir millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið fóru úr gildi, eru nýggir sáttmálar ikki gjørdir enn.

Men nú nærkast, ið hvussu so er við Fiskimannafelagnum og Maskinmeistarafelagnum, sigur Herálvur Joensen, stjóri í Reiðarafelagnum.

- Eg haldi, at eg kann siga, at vit eru heilt tætt við, sigur Herálvur Joensen.

Samráðingarnar millum Reiðarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið eru ikki komnar so langt sum hinar, tí tær byrjaðu seinni.

Fundur var mánadagin millum Reiðarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið, og fundur verður aftur í morgin, sigur Herálvur Joensen.

      

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213