Fýra danir á svartalista hjá Russlandi

Fýra danir á svartalista hjá Russlandi
Listin er russiska aftursvarið til revsitiltøkini hjá ES móti Russlandi í kjalavørrinum av hertøkuni av Krim-hálvoynni og ósemjuni í EysturUkraina
 
30.05.2015 - 17:30

Nøvnini á tilsamans fýra dønum standa á einum lista yvir 89 persónar frá ES-londum, sum ikki longur eru vælkomnir til Russlands.

Teir 89 persónarnir eru politikarar, sendiharrar og fólk innan herin. Fleiri sendistovur hjá ES-londum í Moskva fingu ígjár listan sendandi. 

Danirnir eru teir báðir fyrrverandi konservativu uttanríkisráðharrarnir, Lene Espersen og Per Stig Møller, ovastin fyri fregnartænastuna hjá donsku verjuni, Thomas Ahrenkiel, og formaðurin fyri Danskernes Parti, Daniel Carlsen, vísa skjøl, sum finska kringvarpið, YLE, hevur fingið hendur á.

Aftursvar til revsitiltøk

Svartilistin er russiska aftursvarið til revsitiltøkini hjá ES móti Russlandi og russarum í kjalarvørrinum av hertøkuni av Krim-hálvoynni og ósemjuni har eysturi í Ukraina.

Orsøkin til, at júst hesir persónar ikki eru vælkomnir til Russlands longur, stendur ikki á listanum, og Russland hevur, av ávísum orsøkum, heitt á ES-londini um ikki at almannakunngerða nøvnini á persónunum, skrivar AFP-tíðindastovan.

ES undrast

Sambært talskvinnu fyri sendiharra-tænastuna hjá ES í Bruxelles hevur Russland seinastu mánaðirnar í veruleikanum sýtt fleiri evropiskum politikarum at koma til landið, men nústani eru nøvnini skrivað á ein lista.

- Vit taka hetta til eftirtektar, at russisku myndugleikarnir hava avgjørt at vísa okkum listan. Vit hava ikki upplýsingar um lógliga grundarlagi, treytirar og tilgongdina fyri hesum, sigur hon í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424