Søkti ikki men varð biðin um at verða stjóri

Søkti ikki men varð biðin um at verða stjóri
Jóhanna á Bergi søkti ikki um stjórastarvið í Atlantic Airways. Hon varð "headhuntað." 45 søktu um starvið, eingin kundi brúkast
Jóhanna á Bergi hevur onga viðmerking um, at hon varð biðin um at taka við sum stjóri í føroyska flogfelagnum.
 
06.06.2015 - 09:50

Nýggi stjórin í Atlantsflogi var ikki funnin millum mongu umsøkjararnar, sum vóru til starvið. 

Stjórin á Faroe Ship, Johanna á Bergi, varð headhuntað, tí hon hevði júst tað, sum nevndin helt, at Atlantsflogi tørvar.

Starvið sum stjóri í Atlantsflogi varð sett fyrr í vikuni, og 45 umsóknir vóru annars til starvið, sum Niels Mortensen, nevndarformaður tá segði vóru frá mongum góðum umsøkjarum.

Ikki millum umsøkjarar

Men stjórin, sum var settur, var kortini ikki at finna í stóra umsøkjaradunganum, tí nevndin í flogfelagnum fór sjálv eftir Johonnu á Bergi, sum tók av tilboðnum.

Niels Mortensen, nevndarformaður, vil hvørki vátta ella avsanna søguna, men sigur tó, at nógv fleiri fólk enn teir 45 umsøkjararnir hava "verið gjøgnum maskinaríið", sum hann tekur til. 

Jóhanna á Bergi tekur við stjórastarvinum í Atlantsflogi í seinasta lagi 1. september.

Hon vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini um, at hon er headhuntað, men sigur, at hon gleðir seg til starvið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532