Nú verður eykaaðalfundurin um vindmyllurnar

Nú verður eykaaðalfundurin um vindmyllurnar
19. juni skulu kommunurnar taka støðu til, um vindmyllurnar í Neshaga og Húsahaga skulu leggjast í hvør sítt partafelag
Fríggjadagin í næstu viku verður helst greitt, um vindmyllurnar í Húsahaga (myndin) og í Neshaga í Eysturoy verða lagdar í hvør sítt partafelag, tá eykaaðalfundur hjá SEV verður
 
08.06.2015 - 13:25

Á eykaaðalfundinum fríggjadagin í næstu viku, skal støða takast til, um vindmyllurnar í Húsahaga skulu leggjast í eitt partafelag, sum orkufelagið Magn skal eiga ein triðing av.

Avgerðin um partafeløgini varð útsett á aðalfundinum seinast í apríl. Á eykaaðalfundinum verða kommunurnar eisini kunnaðar um útbyggingina, ið skal gerast á motorverkinum á Sundi.

Jarðfeingi hevur kravt, at tær fimm vindmyllurnar á Eystnesi skulu leggjast í eitt partafelag og tær 13 vindmyllurnar í Húsahaga skulu leggjast í eitt annað partafelag.

Neyðugt at broyta viðtøkurnar

Fyri at tað skal verða gjørligt at leggja vindmyllurnar í Húsahaga og Neshaga í partafeløg, er neyðugt at broyta viðtøkurnar fyri SEV.

Tá SEV hevði aðalfund seinast í apríl, var tann avgerðin útsett, og SEV skuldi tí kalla saman til eykaaðalfund.

Tað hevur ongan týdning fyri SEV, um partafeløgini verða stovnað ella ikki, segði nevndarformaðurin, Jákup Suni Lauritsen eftir aðalfundin í apríl.

Uppskot um at lata Magn eiga í

Ein av viðtøkubroytingunum, sum skotið varð upp at fremja, var, at geva oljufelagnum Magn loyvi at eiga ein triðing av vindmyllulundini í Húsahaga.

Tað var greitt á fundinum, at kommunurnar vóru ikki fyri at lata ognirnar til eitt privat partafelag.

Tann spurningurin hevur heldur ikki stórvegis týdning fyri SEV, segði Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður, tá SEV hevði aðalfund í apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343