Laga seg eftir føroyskum og grønlendskum krøvum

bannari
Laga seg eftir føroyskum og grønlendskum krøvum
Helle Thorning-Schmidt og Lars Løkke Rasmussen fara at kappbjóða fyri at fáa føroyingar og grønlendingar í sín part, siga søgufrøðingar
 
16.06.2015 - 08:41

Valúrslitið í Danmark kann hava við sær, at Føroyar og Grønland fáa størri ávirkan á sín uttanríkispolitikk. Tað halda donsku søgufrøðingarnir á universitetinum í Keypmannahavn, Jens Heinrich og Lars Hovbakke Sørensen.

Teir vænta, at Lars Løkke Rasmussen og Helle Thorning-Schmidt verða helst noydd at laga seg til krøvini úr Føroyum og Grønlandi fyri at skipa stjórn. Og tað verður eitt spæla um vald, meta teir báðir.

Tað eru tveir møguleikar:

Annaðhvørt fara Helle Thorning-Schmidt og Lars Løkke Rasmussen at kappbjóða fyri at fáa føroysku og grønlendsku umboðini í sín part, ella avráða tey sínamillum, at tey fara ikki lata Føroyum og Grønlandi størri sjálvræði, siga søgufrøðingarnir við Sermitsiaq.

Reyði vongur trý umboð

Reyði vongurin í Danmark fær vanliga trý umboð, meðan blái vongurin fær eitt umboð valt í Føroyum og Grønlandi. Tað ger, at Lars Løkke Rasmussen verður í størri mun noyddur at laga seg til krøvini hjá føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðunum fyri at fáa tey tvørtur um politisku miðjuna. Úrslitið kann verða, at Føroyar og Grønland fáa størri uttanríkispolitisk sjálvræði, siga Jens Heinrich og Lars Hovbakke Sørensen.

Danski Fólkaflokkurin hevur sagt, at tey fara undir ongum umstøðum at taka undir við, at Føroyar fáa sína egnu grundlóg. Danski Fólkaflokkurin skjýtur upp at stovna eina ráðharrastovu fyri ríkisfelagsskapin og Arktis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980