Seta stjóran um mánaðarskiftið

Seta stjóran um mánaðarskiftið
Setanarsamrøður verða í hesari vikuni. 15 umsóknireru til starvið sum stjóri á Landssjúkrahúsinum
 
16.06.2015 - 09:16

Nýggi stjórin á Landsshúkrahúsinum verður helst settur um mánaðarskiftið.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at setanarsamrøðurnar verða í hesari vikuni, og um tvær vikur fær landsstýrismaðurin tilmæli frá Heilsumálaráðnum. Tá verður stjórin settur.

15 umsóknir vóru til starvið. 

Ovasti leiðari

Sjúkrahússtjórin er ovasti leiðarin á Landssjúkrahúsinum, og hevur evstu ábyrgd av virkseminum á stovninum. Samlaða játtanin til Landssjúkrahúsið er 640 milliónir krónur.

Starvið er áramálssett í fimm ár við serligum sáttmála. Lønin er ájavnt 39. lønarflokk hjá tænastumonnum landsins við 15 prosentum í eftirlønargjlaid og við eini áramálsviðbót.

Sigurð Ólason Vang hevur seinastu árini verið stjóri á Landssjúkrahúsinum

1. juni fór hann starv sum leiðari á mentamáladeildini  í Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870