Íslendingar endurnýggja flotan fyri 1,5 mia. kr.

Íslendingar endurnýggja flotan fyri 1,5 mia. kr.
Ætlanin er at byggja 12 trolarar og tvey uppsjóvarskip í Turkalandi
 
17.06.2015 - 09:32

Íslendskir reiðarar fara at brúka hálva aðru milliard krónur til at endurnýggja trolaraflotan, skrivar heimasíðan Fishupdate.

Trolaraflotin í Íslandi er vorðin gamal, nakrir trolarar eru 40 ár ella eldri.

Samstundis fara íslendskir trolarareiðarar nú burtur frá at arbeiða og frysta fiskin umborð.

Við einum undantaki verða nú bygdir ísfiskatrolarar, sum geva størri vinning og arbeiði á flakavirkjum.

12 trolarar

Næsta hálvt annað árið ætla íslendingar at byggja 12 trolarar, níggju ísfiskatrolarar, ein frystitrolara og tvey uppsjóvarskip í Turkalandi, skrivar Fishupdate.

Toskurin í íslendskum sjógvi er væl fyri, og kvotan er hækkað. Og uppsjóvarvinnan er eisini væl fyri.

Íslendska fiskivinnan hevur eisini fingið nýggjar marknaðir í USA og Evropa, serliga í Spania. 

Men Bretland er tó framvegis ein tann týdningarmesti marknaðurin hjá íslendsku fiskivinnuni.
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723