Norwegian hóttir SAS

Norwegian hóttir SAS
Eygleiðarar vænta, at norska lágprísfelagið verður størri enn SAS, tá summarið er av
 
22.06.2015 - 15:21

Norska lágprísflogfelagið Norwegian hóttir nú av álvara skandinaviska flogfelagið SAS, sum seinastu 60 árini hevur verið nógv størsta flogfelagið í norðurlondum. Og kanska longu í summar verður norska flogfelagið størri.

Ein uppgerð vísir, at í mai flutti SAS 2,42 milliónir ferðafólk, meðan Norwegian flutti 2,37 milliónir ferðafólk.

Í fjør summar fluttu feløgini nærum eins nógv ferðafólk, og gongdin hjá Norwegian fær eygleiðarar at halda, at norska flogfelagið verður størri, tá summarið er av.

Gamalt felag

SAS er eitt gamalt flogfelag, sum Noreg, Svøríki og Danmark stovnaðu í felag. SAS hevur til tíðir verið einaráðandi á flutningsøkinum í norðurlondum og til onnur lond.

Norwegian varð stovnað í 1993, og legði dent á at selja bíligar ferðaseðlar. Ikki fyrr enn eftir aldarskiftið kom verulig ferð á hjá Norwegian, og síðani hevur gingið støðugt framá hjá felagnum.

Ein orsøk til gongdina er, at SAS hevur hækkað prísin á ferðaseðlum, og tað hevur fingið fleiri at flúgva við Norwegian. Hóast SAS flytir færri ferðafólk, so fær felagið helst meir burturúr.

Úrslitið var vánaligt hjá báðum flogfeløgunum í fjør, men tað, sum farið er av 2015, hevur gingið betur, siga eygleiðararnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025