Føroyingur fingið sjey milliónir at granska kyknur

Føroyingur fingið sjey milliónir at granska kyknur
Poul Martin Bendix, sum er ættaður úr Kollafirði, hevur fingið játtan úr Det Frie Forskningsråd til granskingarleiðarar
Poul Martin Bendix er leiðari fyri verkætlanini um kyknuskap
Mynd: Óla Jákup Joensen, Niels Bohr Institut  
 
24.06.2015 - 09:20

Poul Martin Bendix hevur fingið góðar sjey milliónir kr. til granskingarverkætlan, sum hann er leiðari fyri, ið er um kyknuskap og virkni i sambandi við heilsu og sjúku.

Tað skrivar Gransking.fo.

Poul Martin Bendix er ættaður úr Kollafirði. Hann er lektari á Niels Bohr Instituttinum í Keypmannahavn, men hevur eisini arbeitt á víðagitnu universitetunum, Stanford og Harvard.

Hetta er ein av 20 játtanum, sum Det Frie Forskningsråd júst hevur latið til granskingargarleiðarar. Tilsamans eru játtaðar 132 mió. krónur. 

Endamálið við stuðlinum er at geva framúrskarandi granskarum í Danmark bestu umstøðurnar at skapa avgerandi nýggj granskingarúrslit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860