Føroysk arbeiðsmegi skattað av landinum

Føroysk arbeiðsmegi skattað av landinum
Tað sigur Føroya arbeiðsgevarafelag í ársfrágreiðing sínari fyri 2014
 
30.06.2015 - 10:34

4.000 krónur meira eftir, tá skatturin er goldin. Tað er munurin á einari mánaðarløn upp á 25.000 kr. í Føroyum og Noregi. Er lønin 33.333 kr. skal tann, sum arbeiðir í Føroyum, rinda 4.761 krónur meira í skatti og øðrum avgjøldum, hevur Arbeiðsgevarafelagið roknað út eftir skattalógunum, sum vóru í 2013.

 

Føroyingar, sum arbeiða í Noregi, rinda skatt har. Tí er neyðugt at lækka lønarskattin í Føroyum, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag, tí annars kappast Føroyar ikki á jøvnum føti við Noreg um arbeiðsmegina. 

 

Føroya arbeiðsgevarafelag hevur sett ein arbeiðsbólk at gera uppskot um, hvussu føroyska skattaskipanin eigur at verða tillagað. Arbeiðið er komið væl áleiðis, og felagið roknar við, at frágreiðing verður løgd fram í næstum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV