Suðuroyggin aftur tveir fiburkaðalar

Suðuroyggin aftur tveir fiburkaðalar
Sjókaðalin til Hvalbiar, sum slitnaði í fjør, er nú umvældur
 
02.07.2015 - 09:30

Neyðugt var at leggja kaðalin av nýggjum á einum longum teini, tí hann lá í rættiliga hørðum streymasjógvi, har kaðalin var meltaður og slitin. Í síðstu viku vóru góð líkindi at umvæla kaðalin, og fólk hjá FT Neti fóru við Brimli. Umvælingin var liðug leygardagin.   

Hitt sambandið hjá Suðuroynni, tað er millum Skálavík og Víkarbyrgi, slitnaði eisini í vetur. Tað var í januar. Tann sjókaðalin varð umvældur fyrst í mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493
Hósdag 19. februar
Jóhanna: Mín moður
204500
Hósdag 19. februar
Filip: Elisabet og Elinborg
204498