Stórt bakkast fyri íslendsku makrelvirkini

Stórt bakkast fyri íslendsku makrelvirkini
Ísland hevur mist næst størsta marknaðin fyri makrel, nú Nigeria hevur sett bann fyri at innflyta fisk og nógvar aðrar vørur
 
14.07.2015 - 08:34

Sambært Morgunblaðnum í morgun seldi Ísland meira enn 20.000 tons av frystum makreli til Nigeria í fjør. Nigeria var saman við Russlandi størsti marknaður fyri makrel úr Íslandi.

Russland hevur eisini sett nøkrum stórum íslendskum útflytarum avmarkingar. 

Hetta er stórt bakkast fyri makrelvirkini, nú íslendski fiskiskapurin er byrjaður av álvara. 

Nigeria hevur eisini keypt makrel úr Føroyum. Nigeria er fimti størsti keyparin hjá føroyskum fiskaútflytarum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329