Dronur kunnu vera til ampa fyri flogferðsluna

Dronur kunnu vera til ampa fyri flogferðsluna
Ein tann seinasta hendingin var í London, har ein drona bert var seks metrar frá vonginum á einum Airbus A320 flogfari í Heatrow
 
23.07.2015 - 09:49

Tað sama hendi mánadagin, tá eitt flogfar frá týska Lufthansa skuldi seta seg í Warsawa og mátti fara upp frá aftur.

Umframt hendingina í London siga bretsku flogferðslumyndugleikarnir frá seks øðrum hendingum tíðarskeiðið frá mai í fjør til mars mánað í ár, har dronur og flogfør hava verið um at renna á hvørt annað.

Stjórin Tim Johnson fyri bretska Civil Aviation Authority ávarar tey, sum hava dronur og sigur, at flúgva tey nærhendis einum flogvølli, sum í London, eru tey har heimsins mesta ferðsla er.

- Halda fólk ikki reglurnar og vera dømd sek í at hava komið flogførum í vanda, kunnu tey fáa fimm ára fongsulsrevsing sigur Tim Johnson.

Í Bretlandi siga reglurnar, at dronur ikki mugu flúgva hægri enn 122  metrar, og tann, sum stýrir henni, skal síggja dronuna alla tíðina og ikki vera longur burtur frá henni enn 500 metrar.

Og eru dronurnar útgjørdar við myndatóli, skulu tær haldast i minsta lagi 50 metrar burtur frá fólki, verður sagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107