Seðlarnir koma út umleið klokkan átta

Seðlarnir koma út umleið klokkan átta
142 hval løgdu beinini í Havn í gjárkvøldið og tilsamans eru 1009 skinn. Grindin verður býtt í drápspartar. Eftir klokkan 7 vita tey meira
Mynd: Solby Christiansdóttir  
 
24.07.2015 - 05:55

Grindin, sum legði beinini í Sandágerði í gjárkvøldið, verður býtt í drápspartar, skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðuni. Talan er um 142 hval og skinnini eru tilsamans 1009 í tali. Omanfyri 1100 fólk og 150 bátar eru á listanum.

Seðlarnir verða útflýggjaðir á Vestaru bryggju í morgun umleið klokkan 8. Meira verður at frætta eftir klokkan 7 í morgun, sigur kommunan á heimasíðuni.

Grindin varð funnin í Nólsoyarfirði um tíggju tíðina í gjárkvøldið og varð hildin til ein tíma seinni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365