Ikki grundarlag at selja frystitunlar uttan útboð

Ikki grundarlag at selja frystitunlar uttan útboð
Kommunala eftirlitið gevur ikki Fuglafjarðar kommunu undantak. Grundgevingarnar fyri at selja frystitunlar uttan útboð eru ikki nóg góðar
Frystitunlarnir við havnarlagið í Fuglafirði kunnu ikki seljast uttan útboð, soleiðis sum málið er lýst.
 
28.07.2015 - 11:32

Býráðið í Fuglafirði kann ikki selja Bergfrosti tveir frystitunlar uttan at tunlarnir verða bodnir út í fríari sølu - ikki við teimum grundgevingum, sum Kommunala eftirlitið hevur fingið í umsóknini frá býráðnum.

Sum málið er lýst fyri Kommunala eftirlitinum ber ikki til at geva undantak frá kunngerðini um alment útboð hjá kommununum.

Kommunala eftirlitið hevur tó ikki givið býráðnum boð um at bjóða frystitunlarnar út. 

Men við teimum upplýsingum um málið, sum Kommunala eftirlitið hevur fingið, ber ikki til at geva undantak frá regluni um alment útboð, sigur Hilmar Høgenni, leiðari á Kommunala eftirlitinum, sum nú er í Almannamálaráðnum. 

Vinnunevndin og Tekniska nevnd í býráðnum í Fuglafirði fóru fyrrapartin á fund um støðuna.     

Seljast fyri sjey milliónir

Meirilutin í býráðnum í Fuglafirði samtykti í mars at selja Bergfrosti tveir frystitunlar fyri sjey milliónir krónur uttan at geva øðrum møguleika at bjóða upp á tunlarnar.

Havsbrún leigar tunlarnar frá kommununi, annan til 2024 og hin til 2030.  

Í 2012 seldi kommunan Bergfrosti hinar tríggjar frystitunlarnar fyri átta milliónir krónur. 

Tá varð eisini sett spurnartekin við prísin, tað gjørdu Kappingarráðið og minnilutin í býráðnum millum annað.

Men Innlendismálaráðið gav undantaksloyvi til at selja.

Tá vóru tunlarnir lýstir til sølu alment, men tað var í 2009. Eittans boð kom, tað var frá Bergfrosti og tað var fimm milliónir krónur.

Grótið úr tunlunum verður sagt at vera grundgevingin fyri, at tað er ein góður handil hjá Fuglafjarðar kommunu at selja frystitunlar, sum kostaðu 27 mió. kr. at gera, fyri 15 milliónir krónur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632