Havrættarsáttmálin kundi hjálpt føroyingum

Havrættarsáttmálin kundi hjálpt føroyingum
Føroyar kunnu sleppa undan einum stórum parti av óhepnu støðuni, sum Sea Shepherd kemur Føroyum í, við at brúka havrættarsáttmálan hjá ST
Tað hevði borið til at forða skipunum hjá Sea Shepherd at sigla innan fyri grundlinjurnar, tað er í innara umveldi Føroya, um havrættarsáttmálin varð brúktur
 
06.08.2015 - 08:07

Sambært havrættarsáttmálanum ber til at forða skipunum hjá Sea Shepherd at sigla innan fyri grundlinjurnar, tað er í innara umveldi Føroya.

Hetta ber til at gera, uttan at neyðugt er at grundgeva fyri avgerðini um at nokta skipunum at sleppa inn í føroysku firðirnar og sundini.

Hvørgin møguleikin brúktur enn

Strandarlond kunnu taka slíkar avgerðir og í hesum føri forða skipum hjá Sea Shepherd at sigla innan fyri grundlinjurnar við Føroyar, sigur Bjørn Kunoy, serfrøðingur í havrætti.

Tað ber eisini til - við ávísum treytum - at nokta fremmandum skipum at sigla í ytra umveldinum, tað er millum grundlinjurnar og 12 fjórðingar.

Men hvørgin møguleikin í havrættarsáttmálanum er brúktur móti Sea Shepherd. Skipini hjá felagsskapinum sleppa at sigla innan fyri grundlinjurnar.

Landsstýrismaðurin: Ikki málsøki hjá Fiskimálaráðnum

Bjørn Kunoy sigur, at var møguleikin í havrættarsáttmálanum brúktur, høvdu donsk verjuskip heldur ikki havt fyri neyðini at taka passivan lut í grindadrápi.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum varðar av grindalógini, sigur, at tað er ikki málsøki hjá Fiskimálaráðnum at nokta skipum at koma inn um grundlinjurnar sambært havrættarsáttmálanum.

Hann sigur, et hesin spurningurin var ikki við í eftirmetingini, tá Sea Shepherd átakið var liðugt í fjør. Men hann eigur at vera við, tá eftirmett verður aftur í heyst, heldur landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974