Meira goldið út í lønum

Meira goldið út í lønum
276 milliónir krónur meira vórðu útgoldnar í lønum fyrra hálvár samanborið við sama tíðarskeiðið í 2014, vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni
Føroyingar fingu útgoldið 276 milliónir meira fyrra hálvár í ár samanborið við sama tíðarskeið í 2014
 
12.08.2015 - 11:46

Árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingarnar vóru í juli 663 milliónir krónur, ið er ájavnt miðal mánaðarligu lønarútgjaldingarnar síðan februar í ár, upplýsir Hagstovan.

Samlaðu árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingarnar frá januar til og við juli 2015 vóru 4.543 milliónir krónur í mun til 4.267 milliónir krónur sama tíðarskeið í 2014.

Vøksturin í lønarútgjaldingum í Føroyum, fyrra hálvár í ár samanborið við 2014, var 276 milliónir, ið svarar til 6,5 prosent.

Rákið í útgoldnu lønunum í Føroyum vísir framvegis vøkstur, men vøksturin er minkandi, eins og hann hevur verið seinastu mánaðirnar, sigur Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974