Fimti Sea Shepherd limurin vístur av landinum

Fimti Sea Shepherd limurin vístur av landinum
Síðani hóskvøldið hevur løgreglan leitað eftir fimta Sea Shepherd liminum, sum skuldi vísast av landinum. Fyrrapartin varð hann handitkin.
 
15.08.2015 - 13:09

Maðurin møtti sjálvur upp á politistøðini í Havn á middegi, har hann var handtikin, sigur løgreglan í tíðindaskrivi. 

Hann verður seinnapartin í dag sendur av landinum við flogfari til Danmarkar.

Hini fýra, ið vórðu útvíst, fóru av landinum við Norrønu fríggjamorgunin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980