Skúli: Skeið í floksleiðslu sæst aftur í innlæring

Skúli: Skeið í floksleiðslu sæst aftur í innlæring
Tað sæst týðuliga aftur í innlæringini hjá næminginum, um lærarin hevur verið á skeiði í, hvussu tú leiðir í eini skúlastovu
 
19.08.2015 - 06:37

Tað skrivar Nationala Granskingarmiðstøðin fyri vælferð í Danmark, SFI, í tíðindaskrivi.

- Tá ein lærari fær eftirútbúgving í viðurkendari floksleiðslu, gerast næmingarnir dugnaligari til at hugsavna seg, sigur Anders Holm, professari við lærda háskúlan í Keypmannahavn og við SFI.

Í nýggjari kanning staðfestu granskararnir, at skeið í floksleiðslu bøtti um hugsavningina í skúlastovuni við fýra prosentum. Dreingirnir í flokkinum fingu harumframt trý prosentstig fleiri røtt svar í lesiroynd.

Skeið og ikki skeið

Niðurstøðan í nýggju kanningini er grundað á eina av fyrstu lutakast-royndunum í skúlahøpi yvirhøvur, har tilvildarliga valdur bólkur av lærarum fingu skeið í viðurkendari floksleiðslu. Hesin bólkur varð síðani samanborin við bólk, sum ikki hevði verið á skeiði.

Kanningin fevnir um tilsamans 1.160 næmingar og 52 lærarar úr 22 skúlum í Keypmannahavnarøkinum.

- Her er rættiliga høgt próv-stig. Og einhvør munur millum báðar bólkarnar hevur samband við floksleiðsluskeiðið, sigur Anders Holm í tíðindaskrivinum.

Les meira

Tú kanst lesa samandrátt av høvuðspunktum av kanningini í frágreiðingini: Effekter af klasseledelse på elevers læring og trivsel.

Frágreiðingin kostar 170 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849