Sonja J. Jógvansdóttir farin úr Javnaðarflokkinum

bannari
Sonja J. Jógvansdóttir farin úr Javnaðarflokkinum
Sona J. Jógvansdóttir er ikki longur partur av tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum
Málið um borgarliga vígslu, sum ikki er nevnt í samgonguskjalinum, fekk í nátt Sonju J. Jógvansdóttir at taka seg úr tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum
 
16.09.2015 - 00:20

Sonja J. Jógvansdóttir, sum fekk 1021 atkvøður á løgtingsvalinum, boðar í nátt frá, at hon ikki longur er partur av tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum.

Orsøkin er málið um borgarliga vígslu hjá samkyndum, sum ikki verður nevnt í samgonguskjalinum.

Sonja J. Jógvansdóttir skrivar soleiðis á sínum almenna facebookvanga:

-Eg havi í kvøld boðað formanninum í Javnaðarflokkinum frá, at eg ikki longur eri partur av tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum. Eg stuðli framvegis samgonguni, men tað verður sum leysgangari.

Orsøkin til hesa støðu er, at eg sum samkynd ikki kann verða partur av einum politiskum flokki, sum í samgongusamráðingunum hevur blokerað fyri, at borgarlig vígsla hjá samkyndum verður partur av samgonguskjalinum, ella at tað yvirhøvur verður nevnt.

Hetta er stórt spell, tí eg veit, at tað eru nógv í Javnaðarflokkinum og í tingmanningini, sum taka undir við borgarligari vígslu av samkyndum, men tíverri eru tað teir fáu, sum rópa harðast sum sleppa at seta dagskránna í flokkinum í hesum máli.

Eg kann ikki verða partur av einum flokki, har tað er ein homofobiskur hugburður hjá nøkrum fáum sum ræður, tá tað kemur til rættindini hjá einum minniluta.

Sonja Jógvansdóttir skrivar eisini, at hóast hon nú er farin úr Javnaðarflokkinum, so stuðlar hon framvegis samgonguni, tí hon ynskir at hála føroyskan politikk til vinstru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. september
Veðrið
180822
Mánadag 16. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
180769
Mánadag 16. september
3-2 (16. september 2024)
180768
Sunnudag 15. september
Møti úr Hebron í Leirvík
180712
Leygardag 14. september
Veðrið - teknmálstulkað
180673